Mándagin 2. august verður vitarenning (orienteringsløb) í haganum við Toftavatn.
Tað er Esbjerg Politi Idrætsforening, sum skipar fyri einum túri til Føroya aftaná ólavsøku.
120 luttakara hava teknað seg til føroyatúrin og tað er fullteknað. Luttakararnir, sum eru løgreglufólk og familjulimir teirra, eru úr Danmark, Svøríki og Noreg. Harumframt verður tað eisini møguleiki hjá føroyingum at luttaka, skrivar Nes kommuna á heimasíðuna.
Byrjað verður á Svangaskarði, har málið eisini verður.
Í vitarenning verður runnið í ókendum øki og tí er neyðugt við korti og kumpas, tá runnið verður. Á rutuni eru fleiri eftirlitstøð (postar), sum rennarnir skulu finna. Endamálið er so at finna skjótasta vegin til øll eftirlitsstøðini í rættari røð og koma fyrst á mál.
Fyrireikingarnar av vitarenningini hava verið í gongd síðani 2017, skrivar Nes kommuna, sum hevur í verið í tøttum samskifti við fyrireikararnar, sum gleðast um vælvildina teir eisini hava fingið frá teimum, sum umsita hagarnar við Toftavatn.
Tað eru fimm ymiskar rutur við ymiskum torleikastigum. Fram til mánadagin 26. juli ber til at melda seg til, so leingi pláss er eftir.
Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald