Mentan

Vitin í Salt leygarkvøldið

Syngið við-tiltak á Drelnesi

2019-02-22 18:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygarkvøldið verður sangløta í Salt á Drelnesi við sangbólkinum Vitanum úr Klaksvík. Vitin er kendur í kristiligum høpi fyri at skipa fyri “syngið við”-tiltøkum í ítróttar- og samkomuhallum og annars syngja til kristilig møti.

Bólkurin byrjaði at syngja saman í 2001, og var øll tey mongu fyrstu árini sera virkin og skipaði fyri fleiri stórum sangtiltøkum hvørt ár. Bólkurin hevur sungið í flest øllum ítróttar-og samkomuhøllum kring landið, harímillum fleiri ferðir í ítróttarhøllini í Trongisvági.

Sangúrvalið, sum bólkurin syngur og spælir eru mest kendir kristiligir sangir og sálmar, ílætnir ein lættan tónleikaligan búna, umframt sangir yrktir serliga av Levi Joensen við lagi eftir Torkil Mørkøre.

Í sangbólkinm Vitanum eru: Dávur Johannesen, sang og basguitar, Guttorm Matras, akustiskan guitar, Jóan Petur Hansen, el-guitar, Jógvan Høj, sang, Jóhan Páll Joensen, sang, Petur Vitalis, sang, Pætur Gerðalíð, trummur og Torkil Mørkøre, sang og tangentar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder