Innanlands

Vitjan av kongi kostar 700.000 krónur

Løgmansskrivstovan hevur biðið um eykajáttan til vitjanina í juni

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-31 16:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er ikki ókeypis at fáa gestir. Tá Kongshúsið boðaði í februarmánað frá, at kongshjúnuni koma til Føroya á almenna vitjan í summar.  Eftir ætlan verður vitjanin í døgunum 11. til 14. juni.

Tað er Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum er vertur fyri vitjanini, og í tí sambandi hevur Løgmansskrivstovan biðið um 700.000 krónur í eykajáttan.

Av tí, at Løgmansskrivstovan ikki hevur fíggjarlígt rúm fyri tílíkum eyka virksemi, verður biðið um eykajáttan á 700.000 krónur, stendur í viðmerkingunum til uppskotið um eykajáttan.

- Hetta er fyrsta vitjanin hjá Fríðriki kongi og Mary drotning í Føroyum, síðani tey tóku við trónuni. Eg gleði meg at bjóða teimum vælkomnum til Føroyar sum kongshjún, sigur Aksel V. Johannesen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder