
Seinastu dagarnar er nógv smitta staðfest í Føroyum, og fríggjadagin vórðu metnogvir smittutilburðir staðfestir – 89.
Løgmaður hevur boðað frá, at Farsóttarnevndin fer at taka støðu til møgulig tilmæli í dag, og nú hevur Landssjúkrahúsið eisini sett tiltøk í verk orsakað av verandi smittustøðu.
Landssjúkrahúsið boðaði í gjárkvøldið frá, at tað nú er neyðugt at gera avtalu frammanundan, um ein ynskir at vitja ein sjúkling.
Stutta fráboðanin hjá sjúkrahúsinum er soljóðandi:
– Vísandi til smittustøðuna í landinum í løtuni, er nú neyðugt at gera avtalu við deildina frammanundan, um tú ætlar at vitja ein sjúkling.
– Hetta kann gerast við at ringja til Landssjúkrahúsið á tel. 30 45 00 og umbiðja deildina, har sjúklingurin er innlagdur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald