Týsdagin og mikudagin vitjar russiski forsetin, Vladimir Putin í Norðurkorea, upplýsir Kreml í dag.
Í mai segði talsfólk hjá russisku stjórnini, at Putin varð boðin til Norðurkorea, og at hann hevði ætlanir um at arbeitt var við at fyrireika vitjanina.
Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un vitjaði í Russlandi í fjør, og tað kemur ikki so ofta fyri, at norðurkoreanski leiðarin fer uttanlands. Putin hevur vitjað í Norðurkorea eina ferð áður. Tað var í 2000, fáar mánaðir eftir, at hann var vorðin forseti. Tá hitti hann Kim Jong-Il, táverandi leiðari og pápi Kim Jong-un.
Sambandið millum tey bæði londini, sum bæði eru rakt av altjóða revsitiltøkum, er styrkt, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022. Russland hevur fingið vápn úr Norðurkorea, sum afturfyri hevur fingið matvørur úr Russlandi.
Eftir at hava vitjað í Norðurkorea, fer Putin víðari til Vietnam. Har vitjar hann mikudagin og hósdagin, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald