Á Tvøroyri er eitt virkið vinnulív og fleiri almennir stovnar hava virksemi her á staðnum. Á mentanarnáttini lata fleiri teirra dyrnar upp og bjóða fólki á gólv. Ein av hesum almennu stovnunum, er Strandfaraskip Landsins, ið hevur sítt høvuðssæti á Tvøroyri.
Forvitnislig myndaframsýning um yvir 100 ára gomlu søguna hjá Strandferðsluni, er at síggja í bygninginum. Thomas Arabo, fyrrv. strandferðslustjóri, fer at greiða frá framsýningini. Søgan hjá Strandferðsluni byrjaði júst á Tvøroyri, í 1817, tá tað almenna yvirtók siglingina hjá As. J. Mortensens Eftf., ið hevði røkt siglingina síðan 1896.
Mannskór av Tvøroyri vitjar og fer at syngja nøkur løg og til ber eisini at síggja gamlar loggbøkur, ið liggja frammi, av ymsum skipum hjá SSL frá 1950’unum og frameftir.
Løgreglan bjóðar eisini fólk á gátt í Kirkjubrekkuni. Løgreglustøðin er kanska ikki eitt stað, ið fólk vitja so ofta sjálvboðin, men nú býðst so høvið. Til ber at heilsa uppá vakthavandi og annars síggja rættarsalin, brummuna og onnur støð, ið fólk flest ikki hava sæð áður.
Komandi dagarnir kunnar kommunan á heimasíðu síni um fleiri vitjunarverd støð í kommununi, ið eru partar av mentanarnáttini á Tvøroyri, hin 31. mai 2019, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald