Ársins orð 2023 gjørdist "Vitlíki".
Tað varð kunngjørt í Útvarpinum í morgun.
Seinastu tíðina hava lurtarar sent inn uppskot um ársins orð, og 10 orð vórðu vald úr rúgvuni. Tey vóru: avgjald, fótfjøtur, gongugjald, havnarstongsul, heimloysi, ja takk-tilboð, lønarlyft, tingkvinna, tøkugjald, og vitlíki.
Dómsnevndin, sum skuldi velja ársins orð, varð mannað av Lenu Reinert, limur í Málráðnum, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk, og Jastrid á Dalbø, næstforkvinna í felagnum Føroyamál.
Jón Brian Hvidtfeldt helt, at havnarstongsul skuldi vera ársins orð, meðan Jastrid á Dalbø peikaði á vitlíki. Lena Reinert, ið átti avgerðandi atkvøðuna, peikaði síðani eisini á vitlíki, ið er føroyska orðið fyri AI (artificial intelligence).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald