Felagið handan kjattmenni ChatGPT, sum eitur OpenAI, sum av álvara fekk vitlíki breiðari út millum fólk, er nú til reiðar við enn einari tænastu.
Hesaferð er tað eitt videoamboð, sum hevur fingið navnið Sora. Nýggja vitlíkisamboði frá OpenAI klárar at framleiða 60 sekund videobrot út frá einum boðum ella reglu, sum brúkarin skrivar inn ella tosar inn.
Á heimasíðuni vísir OpenAI fleiri dømir uppá, hvat Sora kann.
Enn er amboðið ikki komið út, og tað verður í fyrsta umfari tøkt fyri serkøn í netttrygd, sum skulu skráseta vandar við nýggju tøknini.
Harumframt fáa sniðgevarar, filmsfólk og onnur atgongd fyri at fáa afturmeldingar um, hvussu hetta kann brúkast í teirra yrkjum.
Í filmsbrotinum omanfyri ber til at síggja dømir um videobrot, sum eru framleidd við Sora.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald