Innanlands

Vitus og BUBU læra føroysk børn um pengar

Fyri at styðja uppundir at geva føroyskum børnum eina grundleggjandi fatan av pengum og fíggjarviðurskiftum, hevur BankNordik ment eina røð av lærutilfari, sum skal læra føroysk børn um pengar og skynsamar pengavanar

2019-08-28 22:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Reiður peningur verður brúktur í alsamt minni mun, og hetta kann gera tað trupult hjá børnum at skilja virðið á pengum. Tað hevur tí alstóran týdning at upplýsa og læra børn um grundleggjandi fíggjarviðurskifti fyri á tann hátt at geva teimum skynsamar pengavanar. BankNordik hevur tí í samstarvi við BUBU ment nýtt lærutilfar til børn, ið ger tað stuttligt og lætt at læra.

Í dag avgreiða vit flestu rokningarnar á netinum, og vit gjalda við korti ella Apple Pay, tá ið vit fara til handils. Royndir vísa, at jú minni vit brúka ítøkiligan pening, jú verri er tað at halda skil á persónligu fíggjarviðurskiftunum, og hvussu nógvan pening vit hava at brúka. Tí eru appir sum Pengaskápið eitt gott amboð hjá børnum at halda skil á penganýtsluni og samansparingini.

Fyri at styðja uppundir at geva føroyskum børnum eina grundleggjandi fatan av pengum og fíggjarviðurskiftum, hevur BankNordik ment eina røð av lærutilfari, sum skal læra føroysk børn um pengar og skynsamar pengavanar. Kópurin Vitus og BUBU hava gjørt ymiskt stuttligt lærutilfar, sangir og stuttfilmar, sum skal hjálpa børnum at skilja tøl og pengar. Filmarnir eru at síggja á heimasíðuni hjá bankanum og á Youtube. Eisini verða allir 1. flokkar í Føroyum bodnir heim til Vitus til ein øðrvísi undirvísingartíma, har ljós verður varpað á tøl og talfatan á ein fjølbroyttan hátt.

”Nýggju gjaldsmøguleikarnir, sum gera tað møguliga at gjalda við telefon og korti heldur enn reiðum peningi, eru avgjørt sera hentir. Tó hava vit eina samfelagsábyrgd at læra okkara børn og ungu um virðið á pengum og at geva teimum eina grundleggjandi fatan av fíggjarviðurskiftum. Tí vóna vit, at nýggja lærutilfarið fer at eggja børnum til at fáa skynsamar pengavanar, samstundis sum tey hava tað stuttligt,” sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder