2022-02-09 16:43
Føroyski íverksetin og maðurin aftan fyri heimsins størstu vín-app, Heini Zachariassen, fekk í gjár enn eitt herðaklapp fyri tað arbeiði, sum hann og felag hansara gera innan hesa vinnuna.
Tað var á árliga galladøgurðanum hjá stóra amerikanska víntíðarritinum Wine Entusiast, hildin í Miami Beach í Florida í gjár, har tað vórða latnar fleiri heiðurslønir, kallaðar Wine Star Awards.
Ein av hesum virðislønunum verður latin besta vínhandlara, ‘retailer/markedplace of the year’. Í ár fekk Vivino henda heiður, og stovnarin, Heini Zachariassen úr Hoyvík, tók ímóti saman við samskiftisstjóranum, Courtney Quattrini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald