Faer Islands Distelliry, nýggjasta føroyska brennivínsvirkið, í løtuni við heimstaði í Vestmanna, er nú til reiðar at lata sína triðju vøru út á marknaðin.
Fyrr er ein akvavitt og ein ginn komin frá felagnum. Næst á skránni er vodka, og tær fyrstu fløskurnar av vodka frá Vestmanna verða skjótt at finna í rúsum og øðrum støðum, har til ber at keypa sterkan løg.
Subsea Vodka verður heitið á vodkanum. Undirsjóvar vodka kundi tú sagt.
Sum kunnugt er ein góð søga ein týðandi partur av marknaðarføring nú á døgum, og sigast má, at Faer Islands Distellery hevur fingið fatur á einari søgu av teimum meira sjáldsomu her.
Úr einum vatnlumma undir Skopunarfirði
Nýggja vodkan hjá felagnum er nevniliga dropadrivin burtur úr vatni undir havinum, nevniliga frá Sandoyartunnlinum.
![]()
Dánial Hoydal, ein av monnunum aftan fyri Faer Isle Distelliry greiðir soleiðis frá:
- Tað er soleiðis, at tá Sandoyartunnilin var boraður, raktu borarnir í eina goymslu – ein lumma – av feskum vatni. Tað er hetta vatnið, sum vit hava fingið møguleika fyri at taka og brúka í framleiðsluni av okkara vodka.
- Vit fingu eina avtalu við tunnilsfelagið. Eftir at vatnið hevði runnið í nakrar úr boriholinum kundi staðfestast, at talan var um feskt vatn av besta slagi. Ein proppur varð settur í holi við krana á.
- So nú kunnu vit sleppa niður undir havsins botn og fylla okkum karið við hesum góða vatni, og tað hava vit gjørt eitt – eftir okkara sannføring – rættiliga gott vodka burturúr.
- Navnið verður Subsea Vodka, og vit rokna við vøran kann vera til keyps ein av komandi døgunum, sigur Dánial Hoydal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald