Komandi týsdag, 29. september, verður aftur farið at syngja fyri teimum smæstu børnunum í Argja kirkju.
Møtt verður eina verð um vikuna í átta vikur. Ætlanin er at skipa tveir bólkar týsdagar: Annar bólkurin klokkan 10.15 til 11 er fyri børn, ið eru 3-6 mánaðir við byrjan. Hin bólkurin kl. 11.30 til 12.15 er fyri børn, ið eru 6-9 mánaðir við byrjan.
Tóra Vestergaard, ið er útbúgvin frá musikkkonservatorium, fer at hava vøggusangin í Argja kirkju.
Á skránni verður sangur, tónleikur og spæl. Aftaná er drekkamunnur og samvera. Tað er ókeypis at luttaka, og pláss er fyri 10 børnum í hvørjum bólki.
Tilmelding fer fram á telduposti: [email protected], har ein kann viðmerkja navn og telefonnummarr, umframt navn og føðingardag hjá barninum.
![]()
Tóra Vestergaard
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald