2019-07-15 08:55
Tíðindastovan Retuers skrivar, at fíggjarligi vøksturin í Kina var 6,2 prosent í øðrum ársfjórðingi í ár. Hetta ljóðar í sær sjálvum gott, men hann hevur ongantíð verið á so lágum støði síðani 1992.
Kina hevur í longri tíð havt nógvan fíggjarligan vøkstur, og mest fólkaríka landið í heiminum hevur harvið havt meira heimsumfatandi ávirkan.
Reuters skrivar, at lækkanin kemst millum annað av einari minkan av nýstluni í landinum og handilskrígnum, ið er í gongd við USA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald