Innanlands

Vøksturin í útlánum er lægri enn í fjør

Í juli var útlánsvøksturin 2,3 prosent hjá føroysku bankunum - hetta er væl minni enn í fjør, tá vøksturin var 5,5 prosent

2022-10-11 09:46 Author image
Innsent
placeholder

Útlánini hjá føroysku bankunum vóru nærum 16,9 milliardir krónur tilsamans í juli 2022 til føroyskar kundar, og eru í tíðarskeiðinum juli 2021 til juli 2022 økt við 485 milliónum krónum. Útlánini kunnu sveiggja frá mánað til mánað, og útlánsvøksturin verður tí roknaður sum eitt miðaltal yvir tríggjar mánaðir. Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum roknað sum eitt trý mánaða miðaltal var 2,3 prosent í juli 2022 í mun til árið fyri. Í juli fjør var útlánsvøksturin til samanbering 5,5 prosent hjá føroysku bankunum. 

Í juli 2022 stavaði stórur partur av útlánsvøkstrinum hjá føroysku bankunum frá øktari lánveiting til kommunurnar. Útlánini til kommunurnar eru økt við umleið 115 milliónum krónum í juli 2022 í mun til juli í fjør og skuldin hjá kommununum var tilsamans 1,3 milliardir krónur í juli 2022 í føroysku bankunum. Ein partur av vøkstrinum í útlánum hjá føroysku bankunum stavar eisini frá øktum útlánum til privatu vinnuna. Føroysku bankarnir hava veitt vinnuni lán fyri 220 milliónir krónur meira í juli 2022 samanborið við juli í fjør. Ímeðan privata vinnan hevur lænt 400 milliónir krónur meira í hesum tíðarskeiði, hava almennu fyritøkurnar minkað um sína skuld við 180 milliónum krónum í sama tíðarskeiði.

Í sama tíðarskeiði hava føroysku húsarhaldini økt um lántøkuna við 240 milliónum krónum í føroysku bankunum. Føroysk húsarhald fáa harumframt fígging til sethús frá donskum realkredittstovnum. Skuldin hjá føroyingum var tilsamans 4 milliardir krónur í donskum realkredittstovnum í juli 2022. Harumframt hevur privata vinnan, og í lítlan mun húsarhaldini, skuld í donskum peningastovnum.

Verða øll útlánini til føroyskar kundar løgd saman, tað vil siga frá føroysku bankunum og frá donsku peninga- og realkredittstovnunum tilsamans, var samlaði útlánsvøksturin 3,3 prosent í juli 2022. Hjá føroysku bankunum eina, var hann 2,3 prosent í juli 2022. Útlánsvøksturin er sostatt væl lægri, enn hann var í fjør; í juli 2021 var útlánsvøksturin 5,5 prosent hjá føroysku bankunum, meðan hann var 8,6 prosent í juli 2021 tá donsku peninga- og realkredittstovnarnir verða taldir uppí. 

Kelda: Landsbanki Føroya


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder