Kinesiska telefyritøkan Huawei upplivir stóran vøkstur í hesum tíðum, hóast amerikanskar fyritøkur ikki sleppa at samstarva við fyritøkuna.
Fyrstu níggju mánaðirnar í ár hevur Huawei, sum er heimsins størsti framleiðari av teleútgerð, og heimsins næststørsti framleiðari av snildtelefonum, tilsamans selg fyri 584 milliardir krónur, skrivar Ritzau.
Huawei er fyritøkan, sum veitir 5G-útgerð til báðar føroysku telefyritøkurnar, Føroya Tele og Hey!
Við góðu søluni er vøksturin hjá Huawei ikki støðgaður. Fyrstu níggju mánaðirnar í ár, er talan um ein vøkstur á heili 24,4 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør, upplýsir Huawei á heimasíðu síni.
Huawei hevur hesar mánaðirnar sent yvir 185 milliónir snildtelefonir út á marknaðin – tað er 26 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.
Síðan mai hevur felagið verið svartlistað í USA. Amerikanarar grundgóvu hetta við, at Huawei er ført fyri at lúra og avlesa sínar kundar. Illgrunin kom fram í eini tíð, tá USA og Kina lógu í handilsstríði.
Huawei vísti skuldsetingunum um njósning aftur og vístu á, at tað ongantíð eru løgd prógv fram fyri slíkum.
Handilsforðingarnar sýta kinesisku fyritøkuna fyri at keypa partar og lutir frá amerikanskum feløgum uttan so, at handilin verður góðkendur av amerikansku stjórnini.
Í august upplýsti Huawei, at amerikansku handilsforðingarnar kundu føra við sær, at inntøkurnar frá sølum av telefonum í ár kundi lækka við 68 milliardum krónum.
Herfyri skrivaði The New York Times, at amerikansku myndugleikarnir hava ætlanir um skjótt at loyva ávísum fyritøkum aftur at veita lutir til Huawei, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald