Innanlands

Volkswagen seldi best í mai

Kia varðveitir tó plássið sum mest seldi bilur higartil í ár

(Mynd: Bilasølan)

(Mynd: Bilasølan)

2021-06-01 06:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Týska bilmerkið Volkswagen, sum Bilasølan umboðar, hevur heiðurin av at vera mest selda merkið í mai.

Tað vísa hagtølini hjá Akstovuni.

Næst koma suðurkoreansku bilmerkini, Hyundai, sum Waag umboðar, við 31 bilum og Kia, sum Bilrøkt umboðar, við 28 bilum. Síðst nevndi er famvegis mest seldi bilur higartil í ár við 140 bilum.

Volkswagen er næstmest seldi bilur higartil í ár við 117 meðan Ford og Toyota deilast um triðja pláss við 114 bilum hvør.

Sølan av akførum er góð 18 prosent hægri í ár enn í mun til sama tíðarskeið í fjør. Frá januar til mai eru seld 1278 akfør, og hetta er 202 meira enn um somu tíð í síðsta ár.

Mest seldu bilmerki mai 2021

1. Volkswagen (33 akfør)
2. Hyundai  (31 akfør)
3. Kia (28 akfør)
4. Toyota (27 akfør)
5. Volvo (16 akfør)
6. Brenderup (15 akfør)
7. Suzuki 15 akfør)
8. Ford (11 akfør)
9. Audi (10 akfør)
10. Mercedes-Benz (10 akfør)

Mest seldu bilmerki januar-mai 2021

1. Kia (140 akfør)
2. Volkswagen (117 akfør)
3. Ford (114 akfør)
4. Toyota (114 akfør)
5. Hyundai (102 akfør)
6. Volvo (87 akfør)
7. Renault (66 akfør)
8. Mercedes-Benz (58 akfør)
9. Citroen (47 akfør)
10. Suzuki (45 akfør)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder