Eftir tveir skottilburðir tvær tær seinastu vikurnar, fer løgreglan í Fjóni nú at herða revsingarnar.
Tað skrivar DR.dk á heimasíðuni.
Frá í kvøld av, verða partar av býarpartinum Vollsmose skerpaðar revsisonur. Tað inniber, at brotsfólk fáa tvífaldaða revsing fyri brotsverk so sum harðskap, hóttanir og herverk.
- Vit vilja vera vís í, at vit kunnu fáa hetta økið, sum serlig revsing er innførd, trygt. Tað krevur, at vit seta serlig tiltøk í verk, sigur Johnny Schou, løgreglovasti hjá Løgregluni í Fjóni.
Herdu revsingarnar til serlig øki er eitt nýtt amboð hjá løgregluni, og er hetta fyrstu ferð, tað verður sett í verk.
Herdu revsingarnar í serligum revsisonum varð inført sum
Skal leggja trýst á kriminellar bólkar
Løgreglan hevur fyrr innført eina rannsóknarsonu í umráðnum, men stríðið millum kriminellu bólkarnar helt fram kortini, og 29. januar varð aftur skotið í økinum.
- Vit kunnu ikki staðfesta, at tekin er um, at tað verður friður, og tað er altavgerandi fyri okkum, at vit kunnu skapa trygd har úti. Tí hava vit valt at taka enn ein stig og nýta hetta amboðið. Vit gera tað fyri at leggja trýst á, og fyri at fáa ta ró í Vollsmose, sum vit sóknast eftir, sigur Johnny Schou.
Hann vónar somuleiðis, at eingin verður raktur av herdu revsiingunum.
- Endamálið her er so at siga ikki at revsa nakrn. Tað vilja vit helst sleppa undan. Tað, vit sóknast eftir, er at fáa frið í gøtunum har úti, so fólk kunnu ferðast trygt.
Les meira um herdu revsisonurnar HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald