Innanlands

Vøllurin á Tórsbreyt spolaður upp

Ógvusligt herverk framt meðan bummurin til Tórsbreyt hevur verið til umvælingar

2022-03-30 18:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Grasvøllurin á Tórsbreyt á Hálsi í Havn hevur fingið stóran skaða, eftir at okkurt akfar hevur verið inni á grasvøllinum og spola djúp spor í mógvin.

Tórshavnar kommuna skrivar á Facebook, at meðan bummurin við Tórsbreyt eitt stutt tíðarbil hevur verið til umvælingar vegna skaða, hevur onkur spolað runt inni á grasvøllinum við bili og gjørt stóran skaða á sjalvan vøllin.

Í løtuni veit hvørki løgregla ella nakar annar, hvør hevur framt hesa skemdargerð. Men málið verður kannað.

Kommunan heitir á fólk um at boða frá, um tey hava sæð tilburðin ella vita nakað, sum kann føra til, at funnið verður fram til tann, sum hevur framt herverkið.

- Hetta er serliga harmiligt, tí fleiri tílík meiningsleys herverk hava verið í seinastuni á ognir hjá kommununi. Talan er um kostnaðarmiklar umvælingar á ognir, sum øll áttu at sæð eina æru í at farið væl um, skrivar kommunan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder