Innanlands

Volodymyr Zelenskij og "Tænari Fólksins" á veg ímóti stórsigri í Ukreina

Zelenskij vann stórt á forsetavalinum í apríl, og nú stendur flokkur hansara til at fáa meiriluta í tinginum

Volodymyr Zelenskij kann fegnast um góða valúrslitið - Mynd: Scanpix

Volodymyr Zelenskij kann fegnast um góða valúrslitið - Mynd: Scanpix

2019-07-22 11:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann spældi í fýra ár leiklutin sum forseti í Ukreina í sjónvarpsrøð við navninum "Tænari Fólksins". Hann hevði fingið sær eina útbúgving innan lóg og átti nú eitt felag, ið gjørdi framleiddi tilfar til sjónvarp, millum annað vælumtóki røðina, har hann hevði høvuðsleiklutin. Hann hevði ígjgnum árini havt at førda politikkinum í Ukraina, og gamlaárskvøld í 2018 kunngjørdi Volodymyr Zelenskij at hann stillaði upp til forsetavalið. 

Flokkurin hjá Zelenskij varð stovnaður av starvsfólkum hjá Kvartal 95, framleiðslufelagið hansara. Flokkurin fekk sama navn sum røðin, og tað varð skjótt, at hann gjørdist favorittur. Í apríl fekk hann heili 73 prosent av atkvøðunum. Nú, tríggjar mánaðir seinni, er "Tænari Fólksins" á veg at fáa meiriluta í tinginum.

Tá helvtin av atkvøðunum vórðu taldar upp, bendi alt á, flokkkurin hjá Zelenskijs fór at fáa ein meiriluta, ið er so stórur, at tað ikki verður neyðugt at hava nakran stuðulsflokk. 

- Hetta er ikki bert ein risastór álitisváttan, men ein stór ábyrgd; serliga fyri meg og míni fólk, sigur forsetin

Hann legði eisini í gjárkvøldið dent á, at høvuðsmálið er at fáa tálmað rotinskapinum og korruptiónini í landinum. Hetta er nakað, ið 41-ára gamli forsetin hevur fingið atfinningar fyri at ikki megna av teimum eldru politikkarunum. Volodymyr Zelenskij hevur eisini verið lagdur undir, at sjálvur verða partur av hesum, og tað er nógv trýst á honum, tí vónirnar eru so høgar til hann og hansara flokk. 

Viðmerkjarar óttast eisini fyri, at tað kann verða ósunt fyri demokratii, at ein flokkur heur fult vald í tinginum.  

Kelda: DR
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder