![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
AB Volvo og Volvo Cars hava nú samanlagt sent 45.000 fólk heim orsaka av nógv skerdum virksemi. Hetta upplýsir felagið fyri svenskum miðlum
Volvo AB er upprunafelagið, og Volvo Cars er felagið, ið var selt til Ford áðrenn aldarskifti,og sum síðani er selt víðari til kinesiska Geely. Felagið hevur tó framvegis høvuðsstøð í Gøteborg og stendur fyri at gera Volvo persónbilar.
Sambært svenskum miðlum eru starvsfólkini ikki uppsøgd, og talan er um 25.000 fólk i Svørvíki og 20.000 aðrastaðni.
Tað verða nú í høvuðsheitinum nógv fleiri fólk tøk á arbeiðsmarknaðinum. Í Danmark meldaðu 3495 personer fólk seg tøk hjá Beskæftigelsesministeriet í gjár. Samlaða talið fyri vikuna higartil er 18.300, og hetta er ein stór hækking.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald