Frá 2020 at rokna verður ikki møguligt at koyra skjótari enn 180 kilometrar um tíman í Volvobilum. Bilafyritøkan, sum einaferð var svensk, men nú meira er at meta sum kinesisk, fer nú at seta eina elektroniska ferðsperru í bilarnar.
Hetta boðar Volvo frá í tíðindaskrivi.
Í fleiri ár hava tær týsku bilaverksmiðjurnar havt eina avtalu um at forða bilunum at koyra skjótari enn 250 km/t, men nú fer Volvo eitt stig víðari.
Kinversku eigararnir av Volvo hava samtykt eina null-hugsjón, sum sigur, at ongi fólk skulu lata lív ella koma álvarsliga til skaða í einum nýggjum Volvo frá 2020 at rokna.
Ferðin er av stórum týdningi í eini slíkari strategi, og tað er tí at sperra nú skal setast í bilarnar, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald