- Tað er ov tíðliga at siga, um vit skulu hava eina fólkaatkvøðu í Føroyum um eina nýggja skipan. Fyri tað fyrsta skulu vit hava eina semju millum flokkarnar. Um vit gera tað, so skulu vit hava semju við donsku stjórnina. Spurningurin er so, hvat hon gongur út uppá. Um hendan so sigur, at neyðugt er við einari fólkaatkvøðu, so er tað mín vón, at vit kunnu hava hana í hesum valskeiðnum.
Soleiðis segði Aksel V. Johannesen til seinast í sendingini Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum.
Løgmaður varð spurdur um, hvørt spurningurin um framtíðarstøðu Føroya - møguligt sjálvstýri - skal til fólkaatkvøðu.
Harvið er ikki greitt, um tað "bert" verður á politiska pallinum, at stóra avgerðin verður tikin. Men ein semja skal finnast, og tað helst eisini skjótt. Vit eru nú komin beint framvið helminginum av valskeiðnum.
Skíggjamynd: Forfólkini í flokkunum - tó Steffan Klein Poulsen fyri Miðflokkin - saman við vertinum John Johannesen.
Undir kjakinum í Kringvarpinum varð tað aftur púra greitt, at allir politisku flokkarnir eru samdir í, at okkurt skal henda í sambandinum við Danmark.
Sambandsflokkurin er, ikki óvæntað, nógv greiðast í tí, at tað framvegis skal vera ein ríkisfelagskapur.
Um flokkarnir kunnu gerast heilt samdur í einari "tjóðarsemju", má tíðin vísa. Men at mótpólarnir vilja flyta seg nakað tykist heilt týðiligt.
Sí alt kjakið frá í gjár HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald