Mentan

Vóna at halda G! í summar

G! Festivalurin setur nú atgongumerki til sølu, men tú rindar ikki fyrr enn 1. mai, tá endalig støða er tikin til, um festivalurin verður veruleiki

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-19 17:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

G! Festivalurin í summar varð sum so nógvir aðrir festivalar kring allan heimin avlýstur.

Næsta ár, vóna fyriskipararnir at sleppa at hátíðarhalda 20 ára førðingardagin hjá festivalinum í Gøtu.

Seinasta árið hevur haft nógvar avbjóðingar, fyrst ein avlýsing, síðan korona, og so tann stóra avlýsingin av øllum festivalinum. Tað hevur gjørt, tað trupult at fyrireika 2021 festivalin, men tað hevur eisini gjørt at vit hava haft nógva tíð at laga okkum eftir nýggju støðuni, sum heimurin er í, og nú eru vit klár aftur, verður sagt´i tíðindaskrivi.

Festivalurin. setur nú atgongumerki til sølu, men tú rindar ikki fyrr enn 1. mai, tá endalig støða er tikin, um festivalurin verður veruleiki.

Vit arbeiða fram ímóti at gera G! 2021 so vanligan sum møguligt, men um G! festivalurin verður avmarkaður í stødd, fáa tey fyrstu, sum hava keypt atgongumerkið fyrsta rætt til G! 2021, sigur G! festivalurin.

Søla av atgongumerkum til tjalding og húsvognar bíðar til 1. mai.

Enn eru eingi nøvn fyri festivalin kunngjørd, men tað verður komandi tíðina, siga fyriskipararnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder