Ein av sokallaðu svørtu køssunum frá flogfarinum hjá Ethiopian Airlines, sum datt niður í gjár, er nú funnin.
Tað upplýsir almenna sjónvarpið í Etiopia sambært Reuters.
Øll 157 fólkini umborð doyðu, tá flogfarið av slagnum Boeing 737 Max 8, stutt eftir fráferð úr etiopiska høvuðsstaðnum, Addis Ababa, rendi seg í jørðina við stórari ferð.
Kanningarfólk vóna nú, at upptøkurr í svarta kassanum kunnu geva svar um, hvat hendi og hvat varð sagt í stýrhúsinum áðrenn flogfarið datt niður.
Eftir vanlukkuna tók Ethiopian Airlines avgerð um at seta øll flogfør hjá felagnum av slagnum Boeing 737 Max 8 fyribils.
Flogfelagið hevur sagt, at tað var ein sera royndur flogskipari, sum sat við róðurpinnin, og at hann bað um loyvi at venda viðaftur áðrenn vanlukkan hendi.
Hetta er aðru ferð innan fáar mánaðir, at eitt heilt nýtt flogfar av slagnum Boeing 737 Max 8 dettur niður hóast royndan flogskipara og góð floglíkindi.
Móttøka fyri nýggjum Boeing 737-flogfari hjá Air China. Nú eru øll slík flogfør í Kina sett (Mynd: EPA)
Í oktober í fjør doyðu øll 189 fólkini umborð, tá eitt flogfar hjá indonesiska lágprísflogfelagnum Lion Air, datt í havið.
Tá hoyrdi flogfelagið fyri, at tað hevði sent eitt flogfar avstað, har brek var staðfest nakrar dagar frammanundan.
Men eisini framleiðarin, Boeing, stóð fyri skotum. Boeing 737 Max 8 hevur nevniliga eina heilt nýggja trygdarskipan. Hetta er ein skipan, sum vendir ’nøsina’ á flogfarinum niðureftir, um tað vísir seg at brek er á skipanini, sum kann fáa flogfarið at ’stalla’ – at rísa uppeftir.
Eitt nú hevur fakfelagið hjá flogskiparunum hjá American Airlines víst á, at hvørki flogfelag ella flogskiparar fingu boð um broyttu trygdarskipanina hjá Boeing, ella hvussu hon kundi brótast av.
Sambært indonesisku kanningarnevndini, stríddust flogskipararnir á Lion Air flogfarinum móti skipanini í allar teir 13 minuttirnar tað fleyg. Eftir at hava rætta gronina upp 26 ferðir, mistu teir at enda tamarhaldið á flogfarinum.
Eftir vanlukkuna í Etiopia hava indonesiskir myndugleikar boðað frá, at teir nú banna øllum flogførum av hesum slagnum at flúgva meðan kanningararbeiðið fer fram.
Eisini Kina hevur tikið avgerð um, at øll Boeing 737 Max 8 flogfør skulu setast fyribils.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald