Mentan

Vóna nú at hava Voxbotn í august

Fyriskiparar fingu ikki loyvi frá myndugleikunum at hava Voxbotn leygardagin 31. juli, men nú er ætlanin at flyta Voxbotn til august, og verður nærri kunning um hetta í komandi viku

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-28 11:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Voxbotn hevur ferð eftir ferð verið útsett vegna koronu, og ætlanin hjá fyriskiparunum um at hava tiltakið hetta vikuskiftið verður nú heldur ikki til nakað.

Fyri einum mánað síðani søgdu fyriskiparar, at tey vónaðu at kunna hava tiltakið leygardagin 31. juli, tá ein stórur partur av føroyska fólkinum væntandi var liðugt koppsettur fyri koronu.

Men koppsetingin hevur ikki gingið so skjótt sum myndugleikarnir høvdu vónað, og fyri løtu síðani komu fyriskiparar av Voxbotn so við keðiligu boðunum um, at teir ikki fáa loyvi frá myndugleikunum at halda Voxbotn leygardagin. Tó siga teir seg nú vóna at tað fer at bera til at skipa fyri Voxbotn í august í staðin.

– Myndugleikarnir hava tó áður kunnað um, at vit kunnu liva sum vanligt í august, og tí er avgjørt, at Voxbotn verður í august. Nærri kunning í komandi viku. Liggur tað ikki fyri til komandi áseting, ber til at fáa atgongumerkið endurrindað. Nærri kunning í komandi viku, skriva fyriskiparar á Facebook.

– Vit harmast støðuna, men mugu sjálvandi fylgja tilmælunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder