Innanlands

Vónargudstænasta á stytsta degi

Hetta er 9. ferð, at prestarnir í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi bjóða til ein løtu, har fólk kunnu syngja kendar jólasálmar, hoyra eitt orð, trendra eitt ljós og minnast tey, ið farin eru

2023-12-19 09:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Stytsta dag, hósdagin 21. desember kl. 19.30, verður árliga vónargudstænastan í Vesturkirkjuni í Havn.

- Vit gleðast um ljósið vinnur á myrkrinum, og at tað er vón. 

Høvi verður at vera saman, sita í kvirru og leggja alt yvir á hann, sum tekur ímóti øllum, og sum vil bera byrðarnar saman við okkum. 

Hetta er 9. ferð, at prestarnir í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi bjóða til ein løtu, har fólk kunnu syngja kendar jólasálmar, hoyra eitt orð, trendra eitt ljós og minnast tey, ið farin eru.

Sverri Steinhólm, nýsetti diakonpresturin, hevur eina andakt, og Martin Joensen syngur og spælir nakrar av sálmum sínum.

Høvi verður at skriva eina bøn, sum prestarnir biðja fyri. Eisini er høvi at fáa eitt prát og forbøn eftir gudstænastuna.

Kirkjukaffi verður í kjallaranum aftaná.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder