Mentan

Vónargudstænasta í Vesturkirkjuni

Gudstænastan er ætlað at boða vón til øll, sum hava tungt at bera

2018-12-19 21:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hóskvøldið, 20, desember verður aftur skipað fyri eini vónargudstænastuni í Vesturkirkjuni. Gudstænastan er ætlað at boða vón til øll, sum hava tungt at bera, ella sum ynskja eina stilla løtu í Guds húsi fyri jólini.

Hvør hevur sítt, og øll hava vit gott av at steðga á og fáa sett av okkum. Altargongd verður og høvi at skriva bøn, sum prestur biður fyri. Eisini ber til at tendra ljós fyri tí ella teimum, ein hugsar um.

Allir tríggir prestarnir, sum eru tengdir at Vesturkirkjuni, taka lut, og Argjakórið syngur.

Vesturkirkjan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder