2019-12-15 15:40
Týskvøldið, 17. desember klokkan 19.30, verður árliga vónargudstænastan í Vesturkirkjuni í Havn.
Henda gudstænasta hevur verið beint undir jólum í nøkur ár, og ætlanin er at geva íblástur og birta vón til øll, sum ynskja eina stilla løtu í Guds húsi, ella sum hava tungt at bera.
Á skránni verður andakt, jólasálmar og altargongd. Høvi verður eisini at skriva bøn og tendra ljós.
Aftaná verður kirkjukaffi og hugni í kirkjukjallaranum. Tá verður eisini møguligt at fáa eitt prát við ein av prestunum. Allir prestar, sum eru tengdir av Vesturkirkjuni, luttaka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald