Mentan

Vónargudstænasta í Vesturkirkjuni

Mánakvøldið, 21. desember klokkan 19.30, bjóða prestarnir til vónargudstænasta í Vesturkirkjuni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-12-20 09:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin klokkan 19.30 verður vónargudstænasta í Vesturkirkjuni.

Aftur í ár bjóðar Vesturkirkjan øllum til kvøldgudstænastu beint undan jólum, 21. desember, stytsta dag. Troyst og vón verða boðað, tí sorg og saknur tyngja serliga hesar dagar, og tankarnir reika.

Vit syngja kendar jólasálmar, ella vit sita í kvirru.

Høvi verður at skriva tankar niður ella eina bøn, sum prestur biður fyri, og sum nakað nýtt hevur Vesturkirkjan fingið ljóskúlu, har tú kanst tendra ljós fyri einum av tínum kæru, verður boðað frá í tíðindaskrivi.

Andakt og altargongd verða eisini, har prestarnir í Vesturkirkjuni, Bergur Debes Joensen og Heri Joensen, taka lut.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder