Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur tikið avgerð um at veita hesum trimum umsøkjarum listafólkaløn í trý ár til at arbeiða burturav við ávikavist bókmentum, myndlist og filmi:
- Vónbjørt Vang
- Guðrið Poulsen
- Gudmund Helmsdal
(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)
Ein av okkara bestu rithøvundum
Bókmentalig faknevnd sigur um Vónbjørt Vang:
Vónbjørt Vang hevur sum rithøvundur ment sína egnu rødd. Hon hevur prógvað seg sum ein av okkara bestu rithøvundum og hevur fingið viðurkenning bæði her heima og uttanlands. Í verkætlanarlýsingini, sum er nýskapandi og fyriliggur í høgari góðsku við forvitnisligum brotum úr skaldsøgu, sum er í gerð, gongur hon nýggjar listaligar leiðir og vísir eina greiða og realistiska ætlan.
Í nevndini sótu Paula Gaard og Sanna Klein.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Undangongufólk innan rúmliga list
Myndlista faknevnd segði um Guðrið Poulsen:
Guðrið Poulsen hevur seinastu 40 árini verið undangongufólk innan rúmligu listina í Føroyum, har hon støðugt hevur flutt mørk, serliga innan leirlistina. Við sínum poetisku, kompleksu og til tíðir humoristisku rúminstallatiónum, eins og við sínari persónligu tilgongd til brúkslistina, hevur Guðrið sagt sínar rúmligu søgur, bæði í Føroyum og uttanlands. Myndamálið hevur altíð verið hennara egna, og hevur verið í støðugari menning. Sum listafólk hevur hon endurskapað seg sjálvan fleiri ferðir, frá tí hon byrjaði, og fram til í dag.
Og Guðrið hevur enn nógvar søgur eftir at siga. Hon droymir um størri rásarúm og meira monumentalitet í sínari list. Hon vil, at list hennara aftur skal manifestera seg á ein nýggjan hátt í rúminum, har áskoðarin følir listina við sínum kroppi, eins og sínum viti.
Í nevndini sótu Inger Smærup Sørensen og Jóannes Gaard.
(Savnsmynd: Klara Johannesen)
Forvitnislig filmshugskot
Film faknevnd segði um Gudmund Helmsdal:
Gudmund Helmsdal hevur áhaldandi ment forvitnislig filmshugskot. Stuttfilmurin ‘Trøllabeiggi’ hevur ein sterkan listaligan samleika, og gevur siðsøguligum tilfari altjóða veingjabreiði. Arbeiðsætlanin fyri starvstíðina er greið og fevnir um filmsverkætlanir, sum hava verið í menning í fleiri ár. Ynskið er at brúka listafólkalønina til at hugsavna seg um leikstjóraleiklutin, so filmarnir røkka á mál.
Í nevndini sótu Sakaris Stórá og Marianna Mørkøre.
Arbeiða burturav við list
Endamálið við listafólkalønum er at bøta um korini hjá einstaka yrkislistafólkinum.
Listafólkið arbeiðir í játtanarskeiðnum burturav við list. Listafólkalønin svarar í upphædd til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1, umframt 15 prosent í eftirløn.
Umsøkjararnir til listafólkaløn 2026 vóru 27 í tali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald