Innanlands

Vónin vil ikki setast í samband við Framtakið

Upptøkur gjørdar í framleiðsluhøllini uttan at fyritøkan visti av

(Skíggjamynd: dr.dk)

(Skíggjamynd: dr.dk)

2019-09-11 08:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Trolvirkið Vónin ger í almennum skrivi nú vart við, at fyritøkan ikki var vitandi av, at partar filminum ”Fyr en fed på færøsk” varð upptikin í hølunum hjá virkinum.

Talan er um heimildarfilmin um Framtakið fyri rættinum at velja kannabis, ið varð vístur á DR1 í gjárkvøldið og seinni á KvF eisini. Í filminum var ein sena, har fólk frá Framtakinum høvdu koyrt ein gamlan buss inn í framleiðsluhølið hjá Vónini á Vestaru bryggju í Havn fyri at mála búmerkið hjá Framtakinum á síðuna á bussinum.

Hjalmar Petersen, stjóri í pf. Vónini sendi í gjárkvøldið soljóðandi alment skriv út:

”DR 1 og SVF vísa í kvøld eina sending við heitinum “Fyr en fed på færøsk”.
Vit eru gjørdir varugir við at ein partur av sendingini er tikin upp í framleiðsluhøll okkara í Tórshavn og Vóna-merkið sæst tíðiliga í sendingini.
Um onkur skuldi verið í iva, skulu vit gera vart við, at vit ikki  hava verið vitandi um hesar upptøkur í hølum okkara.
Vit hava ikki givið loyvi til upptøkurnar og vit hava einki við sendingina at gera.”

Les eisini: Sjóneyka á ósemjurnar í Framtakinum

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder