- Vónirnar eru góðar ja, men tað eru enn spurningar, sum ikki eru fingnir upp á pláss.
Soleiðis sigur Bárður á Steig, formaður Sambandsfloksins og samráðingarleiðari fyri eini møguligari nýggjari høgra-samgongu millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin.
Klokkan hálvgun tíggju fyrrapartin hildu samráðingarnar fram. Sambært samráðingarleiðaranum ganga tær fyri seg í góðum anda, og hann hevur góðar vónir um, at hann á middegi kann boða løgtingsformanninum um, at samráðingarnar eru komnar upp á pláss, og hann harvið sleppur at halda fram, so farast kann undir víðari samráðingar um staklutirnar.
Formaðurin hevur tveir møguleikar, tá hann hevur fingið frágreiðingina frá Bárði á Steig Nielsen. Hann kann geva núverandi samráðingarleiðara heimild til at halda fram við arbeiðinum, ella hann kann útnevna ein annan samráðingarleiðara.
Og eftir tí sindri, sum Bárður á Steig Nielsen vil siga í dag, so bendir alt á, at hann sleppur at halda fram, og farast kann undir samráðingar um hvussu málsøki og kanska eisini landsstýrisfólk skulu samráðast millum flokkarnar.
Hugsandi er í sofall, at samgonguskjal kann undirskrivast í morgin ella hósdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald