Uttanlands

Vónirnar um friðaravtala fingið skot fyri bógvin

Norðurkorea hevur royndarskjótingar og USA svarar aftur við at leggja hald á norðurkoreanskt farmaskip

Mynd: Ritzau Scanpix

Mynd: Ritzau Scanpix

2019-05-10 13:27 Author image
Ari av Rana
placeholder

Vónirnar um eina friðaravtalu millum Norðurkorea og USA fingur eitt skot fyri bógvin, nú Norðurkorea seinastu vikurnar hevur royndarskotið fleiri rakettir. Seinasta royndarskjótingin var hósdagin.

Suðurkorea hevur sagt, at royndarskjótingarnar eru sera ørkymlandi, meðan Donald Trump, forseti í USA, heldur ikki er glaður fyri tær.

Sama dag sum seinasta royndarskjótingina legði USA halda á eitt av størstu farmaskipunum í Norðurkorea. Skipið var við ferð við at flyta kol í stríð við altjóða revsitiltøk. Skipið verður eisini brúkt til at flyta tungt maskinarí til Norðurkorea.

Hetta er fyrstu ferð, at USA hevur lagt halda á eitt norðurekoreanskt farmaskip fyri at bróta revsitiltøk. Amerikanska løgmálaráðið sigur, at halda varð lagt á skipið fyri at leggja maksimalt trýrt á norðurkoreanska stýrið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder