2024-06-09 20:40
Nógvar tómar hillar eru í matvøruhandlunum kring landið, og nú semja er undirskrivað og verkfallið er av, eru tað uttan iva heilsølur og onnur, sum eru í holt við at kanna, hvussu tey sum skjótast fáa hjólini at mala aftur.
Birgir Nielsen, stjóri í FarCargo, sigur við Jn.fo í kvøld, at teirra flogfar flýgur tveir túrar í morgin.
Fyrsti túrurin er leigutúrur, men øll hava møguleika at bóka vørur inn á næsta túrin. Tað verður gjørt gjøgnum føroysku farmafeløgini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald