Vøruhúsið telist millum landsins størstu veitarar av møblum, búnýti og øðrum, umframt at vera ein stórur veitari av kaffi og reingerðarútgerð.
Vøruhúsið fer nú at seta sjóneykuna á vinnukundar, og hevur tí sett eina deild á stovn, sum burturav selur til vinnukundar.
Til hetta er Kári Hentze settur sum leiðari. Kári er ein royndur harri hvørjum vinnutænastum viðvíkur. Tað, sum hevur týdning, er at veita holla rá›geving og góða, persónliga tænastu.
Øll søla til vinnuna verður nú skipað undir heitinum: Vøruhúsið Pro.
Vøruhúsið Pro leggur dent á, at veita tænastur, kaffi og reingerðarútgerð til m.a. skúlar, sjúkrahús, stovnar, gistingarhús, matstovur, kaféir og kantinur.
- Vit hava røtur langt aftur í tíðina og hava verið veitari hjá mongum vinnukundum. Vit hava knowhow´ið og netverkið, og hartil eru vit serstakliga kappingarfør. Og tað vísur seg, at tíðin nú er røtt, at vit seta Vøruhúsið Pro á stovn, so vit kunnu røkja vinnukundarnar á besta hátt. Vinnukundarnir tørva ofta eitt annað slag av ráðgeving enn privatkundarnir, og tí er tað skilagott at fokusera tilboðini til bæði segmentini, sigur Peter Mouritsen, stjóri í Vøruhúsinum.
Vøruhúsið Pro heldur eisini til í handilsbygninginum á Hjalla og hevur egið showrúm har.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald