Nógv hevur verið sagt um klædnastílin hjá Kamalu Harris, Jill Biden, Michelle Obama, Lady Gaga og hinum, sum luttóku í innsetanini av nýggja amerikanska forsetanum, Joe Biden, men eitt annað, sum hevur vakt ans, er Bernie Sanders.
Tað eru serliga vøttirnar hjá 79 ára gamla senatorinum og fyrrverandi demokratiska forsetavalevninum úr Vermont, sum skara framúr. Vøttirnar, sum hava verið nógv umrøddir á sosialu miðlunum seinastu dagarnar, eru ikki akkurát tað, mann plagar at seta í samband við eitt slíkt tiltak sum eina forsetainnsetan.
(Mynd: EPA)
Sum áður nevnt, er Bernie Sanders úr Vermont, sum er ein rættiliga kaldur statur, og tað var eisini ein skúlalærari úr Vermont, sum gav honum hesar vøttirnar.
Lærarin, Jen Ellis, hevur gjørt fleiri pør av vøttum úr gomlum ullintum troyggjum. Síðani hevur hon selt teir á loppumarknaðum ella givið teir í gávu.
Starvsfólkini á einum dagstovni, sum dóttir hennara gekk á, vóru fyri nøkrum árum síðani millum teirra, sum fingu heimabundnar vøttir, og leiðarin vísti seg at vera í familju við Bernie Sanders, og soleiðis endaði hann við at fáa eitt par.
Síðan innsetanina hjá Biden, hevur Jen Ellis fingið eitt hav av fyrispurningum frá fólki, sum ynskja at ogna sær eitt par, og í løtuni er útselt.
– Eg eri smikrað yvir, at Bernie var í teimum undir innsetanini. Tíverri havi eg ikki fleiri vøttir til sølu, skrivar hon á Twitter.
Uppskriftin til hesar vøttirnar hevur eisini verið nógv eftirlýst á sosialu miðlunum, og hon finst nú m.a. á dr.dk.
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald