2019-09-12 18:03
Hesa vikuna er møguleiki at uppliva vovna list í Smiðjuni í Lítluvík.
Tað er danska listakvinnan, Anette Bredstrup, sum sýnir fram 16 stór teppi og nøkur smærri umframt kollasjur.
Anette Bredstrup hevur vovið í 40 ár og er limur í Billedekunstnerforbundet. Sjálv sigur hon, at hon brúkar sterkar litir, so sum orange og turkis. Eisini arbeiðir hon náttúrumynstrum og etniskari og fólksligari list sum íblástrarkeldum.
Framsýningin hongur uppi til 18. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald