Voxbotn 2020 skuldi upprunaliga vera 27. juni, men orsakað av støðuni við korona varð tiltakið útsett til 5. september. 5. august varð tó boðað frá, at Voxbotn aftur varð útsett í óasetta tíð.
Nú er greitt, at tiltakið verður ikki í ár, men í vár. Nýggja dagfestingin er leygardagin 10. apríl 2021.
– Vit vóna øll, at henda keðiliga koronastøðan fer at síggja ljósari út komandi ár. Men fyriskipararnir vilja sjálvandi fylgja tilmælunum frá myndugleikunum, og gera sítt til, at Føroyar fáa ein lívligan og tryggan ársins konsertdag tann 10. apríl 2021. Tískil verður m.a. arbeitt við at fyrireika økið soleiðis, at ráðilig frástøða verður hildin ímeðan og í millum konsertirnar. Eins og undanfarin ár, verður arbeitt við at skapa ein konsertdag har hugni og tónleikur ganga saman í eina hægri eind, siga fyriskipararnir.
Øll atgongumerki til Voxbotn 2020 eru galdandi til Voxbotn 10. apríl 2021, men um ein ynskir at fáa sítt atgongumerki afturgoldið heldur enn at nýta tað í apríl, ber hetta eisini til í seinasta lagi 7. september. Meira um hetta kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald