Innanlands

Voxbotn: Fráboðan kemur ein av komandi døgunum

Í løtuni eru fyrireikararnir í samskifti við myndugleikar um møguleikar viðvíkjandi festivalinum í summar. Um páskahøgtíðina koma nærri boð, sigur Rúni Djurhuus við Portalin

Kann ein rúgva av fólki savnast til tónleik í Vágsbotni í summar? (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kann ein rúgva av fólki savnast til tónleik í Vágsbotni í summar? (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-31 13:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

28. august í fjør boðaði Voxbotn frá, at tiltakið sum skuldi haldast 27. juni, sum síðani varð flutt til 5. september, ístaðin fór at vera á skránni 10. apríl 2021. Tað vil siga at Voxbotn 2020 eftir ætlan skuldi haldast 10. apríl 2021.

Tað er nú um tíggju dagar, men tað er helst øllum greitt, at tiltakið verður av ongum. Eingin smitta er í landinum, og eingin hevur verið smittaður í Føroyum í yvir tveir mánaðir, men tilmæli galda framvegis, ið á sín hátt forða fyri hesum

Voxbotn er tann fyrsti festivalurin, ið fyriliggur í summar - er vanliga síðst í juni - og spurningurin er so? Hvat er støðan viðvíkjandi Voxbotn í 2021?

- Vit hava í løtuni eitt samskifti við avvarandi myndugleikar um støðuna og um møguleikar. Helst fer tað viðvíkjandi koppsetingargongd at hava nógv at siga.

Hetta sigur Rúni Djurhuus, fyriskipari, við Portalin. Hann boðar eisini frá, at nærri boð fyriliggja heilt skjótt.

- Um páskini koma vit við einari útmelding. 

Voxbotn gav møguleikan til fólk at halda uppá atgongumerki til festivalin, ið bleiv av ongum í 2020, men fólk kundu eisini lata tað inn aftur og fáa tað afturgoldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder