Voxbotn 2021 verður vikuskiftið 20. og 21. august. Hesum boðaðu fyriskiparar frá í tíðindaskrivi fyri løtu síðani.
Ferð eftir ferð mátti Voxbotn 2020 útsetast vegna korona, og somuleiðis hevur verið óvist, um Voxbotn 2021 nakrantíð fór at síggja dagsins ljós. Men nú myndugleikarnir hava boðað frá, at tað aftur ber til at halda stórfingin tiltøk, boða fyriskiparar frá, at Voxbotn verður hildið.
Fyri fyrstu ferð, síðan Voxbotn varð hildið á fyrsta sinni fyri 10 árum síðani, verður tiltakið fyriskipað yvir tveir dagar. Voxbotn 2020 verður hildið fríggjadag 20. august, og Voxbotn 2021 verður hildið leygardag 21. august, skriva fyriskiparar.
Sum áður nevnt, eru 10 ár liðin, síðan Voxbotn-pallurin á fyrsta sinni tendraði hátalararnar. Ungfólki í Føroyum tóku beinanvegin konsertdagin til sín, og serliga vóru nýklaktu pisurnar sjónligar í mannamúgvuni. Í dag er Voxbotn fyri øll; ung sum gomul. Børnini fáa nógv pláss á skránni, og har er tónleikur og onnur tilboð til allar aldursbólkar. Konsertdagurin setur dám á býin, og er vorðin inngrógvin partur av føroyska summarinum.
– Fyri at hátíðarhalda jubileumið, hava fyriskiparnir roynt at endurskapa nakrar av teimum størstu succesunum, sum hava verið á Voxbotn ígjøgnum tey 10 farnu árini. Í næstum verður kunnað um hvørji tónleikanøvn verða á skránni báðar dagarnar.
– Formliga verður Voxbotn 2020 fríggjadag 20. august. Øll atgongumerki, ið eru keypt til Voxbotn 2020 eru galdandi til konsertdagin 20. august. Enn eru 700 atgongumerki eftir til Voxbotn 2020. Um ein ynskir at fáa peningin endurgoldnan, kann hetta avgreiðast umvegis www.voxbotn.fo áðrenn 11. august.
Atgongumerki til Voxbotn 2020 og 2021 kunnu keypast fríggjadagin 6. august kl. 16.00 á ebillett.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald