2019-09-13 14:05
ABH-samgonga er skipað, og nú byrja gitingarnar um hvør flokkur fær hvat málsøki. Bárður á Steig Nielsen vildi ikki siga nakað um hetta, men VP hevur eitt boð.
Sambært VP fær Fólkaflokkurin fiskivinnumál, fíggjarmál og almannamál, meðan Miðflokkurin fær uttanríkis- og mentamál. Sambandsflokkurin fær løgmann og vinnumál og heilsumál.
VP veit eisini at Fólkaflokkurin fær tingformannin.
Hetta verður væntandi greitt seinni í dag, tá nýggja samgongan væntandi kallar inn til tíðindafund.
Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald