Mentan

VSJ á Staðnum fríggjakvøldið

Ungdómshúsið í Vestmanna hevur konsert við heitasta navninum í Føroyum í løtuni

VSJ spældi á stóra palli á Summarfestivalinum í ár (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

VSJ spældi á stóra palli á Summarfestivalinum í ár (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-12-18 20:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ungdómshúsið Staðið fer í jólastøðg fríggjakvøldið, og tað verður gjørt við einum braki av eini konsert, við heitasta navninum millum ungdómin á føroyska tónleikapallinum í løtuni.

Talan er um eina konsert við bólkinum VSJ. Føroyingar hava av álvara tikið tónleikin hjá VSJ til sín, og teir hava m.a. spælt á stóra pallinum á Summarfestivalinum í summar. Komandi summar fara teir at spæla á VoxBotn, men fyrst verður tað Vestmanna.

VSJ ger um seg við vælumtóktum sangum, m.a. ”Something Magical” og ”Awesome Time”. Herfyri lat VSJ eisini eitt nýtt videolag úr hondum. Talan er um ”God’s Work”, sum verður sungin saman við Daniu O. Tausen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder