
Seinasta mikudag bragdaði endiliga hjá Sunnvu Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen, tá tey vunnu fyri fyrstu ferð fyri sítt góða handverk í køkinum.
Í partinum í kvøld skuldi spísistovan gerast, og tað gekk væl, tí dómararnir mettu at teirra handverk var tað besta. Dómararnir góvu føroyingunum serligt rós fyri handverkið av spísiborðinum og hilllini, sum tey sjálvi høvdu snikkað til.
Sostatt fingu Sunnva Dahl Rasmussen og Martin Høgfelft Olsen 20.000 krónur afturat, at gera restina av rúmunum ella støðunum í húsinum fyri.
Sunnva og Martin hava nú 90.000 krónur at gera tvey tey síðstu rúmuni fyri.
Seinni í mánaðinum verður finala send beinleiðis, har hyggjararnir skulu kjósa ein vinnara millum eitt av teimum fýra pørunum. Vinnaraparið fær húsini, tey hava gjørt til ognar. Virðið á húsunum, sum liggja í Silkeborg, er 2,6 milliónir.
Sunnvá Dahl Rasmussen bloggar hvønn mánadag á síðuni Hús og heim, har tað ber til at fáa nærri frágreiðing um hvørt rúm. Fylg við her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald