Uttanlands

Wacken festivalurin eitt stórt runudýki

Stóri norðurtýski rokkfestivalurin loyvir ikki fleiri fólkum inn

Tað mesta av økinum, har Wacken festivalurin verður hildin, er eitt runudýki orsaka av nógvum avfalli í Norðurtýsklandi

Tað mesta av økinum, har Wacken festivalurin verður hildin, er eitt runudýki orsaka av nógvum avfalli í Norðurtýsklandi

2023-08-02 18:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stóri norðurtýski tungmálmsfestivalurin Wacken Open Air er plágaður av vætu og runu í ár. So nógv, at fyrireikararnir nú heita á fólk um ikki at koma ella at bíða við at koma.

Mánadagin og týsdagin vóru fyrstu dagarnir, sum fólk kundu koma inn á økið. Her hevur ruðulleiki valdað, eitt nú tí at bilar rendu seg fastar og máttust hálast úr rununi aftur við traktorum. Tí var áheitan send út, har biðið varð um, at gestir hildu seg burtur frá økinum.

Í dag er so fyrsti dagur við tónleiki, og avgjørt er ikki at loyva fleiri fólkum at koma inn í økið. Økið kann ikki taka fleiri í løtuni, siga fyrireikararnir.

Løgreglan metir, at umleið 50.000 fólk eru á staðnum. Men uppruna metingin var, at tað fóru at koma 85.000 fólk í ár. Men nógv av hesum mugu nú vónbrotin ásanna, at tað nokk ikki verður nakað festivalupplivilsi í ár.

- Vit eru ógvuliga hørm um støðuna, men veðurumstøðurnar geva okkum ikki annað val, skrivar festivalurin í fráboðan síni.

Í dag stóðu fólk kortin í bíðirøð í fleiri tímar fyri at koma inn. Eisini hevur ein stórur hópur av fólkum bíða á parkeringsøkinum við Volksparkstadion í Hamburg, umleið 50 kilometrar sunnan fyri Wacken, har tey hava bíðað eftir nærri boðum.

Wacken er heimsins størsti festivalur við tungmálms rokktónleiki, og verður hildin á hvørjum sumri. Iron Maiden og Megadeath eru millum høvuðsnøvnini, sum spæla á festivalinum í ár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder