Í vár verður Wacken Metal Battle aftur í Føroyum – fyri sættu og seinastu ferð.
Orsøkin til, at hetta verður seinasta Wacken Metal Battle í Føroyum er, at so nógv lond nú eru komin við í kappingina, at lond verða løgd saman. Framyvir verða Føroyar, Ísland, og Danmark eisini løgd saman sum ein luttakandi eind.
Tiltakið verður 28. mars 2020 í Sjónleikarhúsinum, har føroyskir tungmálmsbólkar fáa høvi at kappast um møguleikan at umboða Føroyar í altjóða Wacken Metal Battle-kappingini, sum verður hildin á Wacken Open Air festivalinum í Týsklandi í august næsta ár.
Wacken Open Air verður mettur sum ein hin størsti tungmálmsfestivalurin í heiminum.
Til finaluna kappast vinnarabólkar úr 30 ymiskum londum um at vinna altjóða kappingina. 60 lond eru við í kappingini og skiftast um at vera við. Í 2012 vann bólkurin Hamferð altjóða finaluna í Týsklandi eftir at hava vunnið Wacken Metal Battle Føroyar sama ár.
Treytirnar fyri at luttaka í kappingini eru, at luttakandi bólkar spæla tungmálm, spæla egið tilfar, og at bólkarnir ikki er bundin at einum fløgusáttmála. Fyrrverandi vinnarar sleppa heldur ikki at luttaka aftur í kappingini.
Eins og undanfarin ár verður dómsnevndin mannað av útlendskum yrkisfólki innan tungmálmsvinnuna í Evropa og serliga í Skandinavia. Tó verður enn ikki avdúkað, hvørji hesi eru.
Tilmeldingin til senasta Wacken Metal Battle í Føroyum letur upp í morgin, 14. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald