Sambært leiðaranum fyri Wagner-bólkin, Jevgenij Prigozjin, hava hansara herfólk enn ikki fingið tað lóðurið, sum teimum varð lovað.
- Fólkini, ið skuldu avgreiða boðini hava higartil enn ikki gjørt tað, sigur Prigozjin, sambært Reuters, í einum videobrotið, ið er lagt út á rásina hjá Wagner-bólkinum á miðlinum Telegram.
Prigozjin hótti í farnu viku við at trekkja fólk síni úr býnum Bakhmut mikudagin, um tey ikki fingu lóður.
Her skuldsetti hann russiska verjumálaráðið og russisku herovastarnar fyri at halda upp á rakettir og kúlur, sum hansara Wagner-herur hevði tørv á.
Sunnudagin segði Prigozjin, at Wagner-bólkurin hevði fingið lyfti frá Kreml um at tey skuldu fáa tað lóður, tey hava tørv á fyri at kunnu fremja sínar uppgávur í Ukraina.
Í dag er annars stórur hátíðardagur í dag. 9. mai er dagurin, tá sigurin eftir annan heimsbardaga verður hátíðarhildin. Stóra fosturlandskríggið, sum tað verður kallað í Russlandi.
Dagurin verður hátíðarhildin við stórari hersýning í Moskva, har øll teirra nýgjasta krígsútgerð verður víst fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald