Uttanlands

Wagner-leiðari: Putin villeiðir russar

Ukrainar hava eftir øllum at døma bumbað týðandi brúgv til Krim í nátt

Jevgenij Prigozjin, leiðari av Wagner-hermannaliðnum (Mynd: BBC)

Jevgenij Prigozjin, leiðari av Wagner-hermannaliðnum (Mynd: BBC)

2023-06-22 08:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stjórnin hjá Vladimir Putin villeiðir russar um, hvussu tað gongur við ukrainsku mótálopunum í krígnum. Tað heldur ovastin fyri privata russiska Wagner-leiguherin, Jevgenij Prigozjin, sambært Ritzau.

Russiski forsetin hevur aftur og aftur sagt, at ukrainska álopið er miseydnað.

Men Prigozjin, hvørs menn í mánaðir hava verið í bardaga um býin Bakhmut har eysturi í Ukraina, ákærir nú russiska verjumálaráðið fyri ikki at siga sannleikan.

- Tey villeiða russiska fólkið, sigur hann í einum ljóðboðum á tænastuni Telegram.

Sambært Wagner-leiðaranum, hava russisku deildirnar eitt nú mist tamarhaldið á fleiri bygdum, sum ukrainskar deildir hava hertikið aftur.

Vladimir Putin segði í gjár, sambært Ritzau, at Ukraina hevði verið fyri “stórum ósigrum”.

Frá ukrainskari síðu hevur stjórnin boðað frá framgongd. Átta bygdir, sum hava verið undir russiskum valdi, eru afturtiknar, ljóða boðini.

Í morgun frættisr um, at ukrainskar deildir hava bumba eina brúgv, sum bindir Krim hálvoynna við Kherson-økið.

Tað boðaðu russisk embætisfólk frá, sambært Reuters.

Vladimir Saldo, sum er russiskt-innsettur guvernørur í Kherson, sigur at talan helst var um eitt rakettálop.

Hann sigur at vegbreytin hevur fingið skaða, men at ongin mannskaði hevur verið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder