Mentan

Walk in Taco vikuskifti í Loca

6. - 8. desember skipar Loca í Sverrisgøtu í Havn fyri meksikanskari matuppliving, har til ber at keypa meksikanskan mat alt vikuskiftið

2019-12-02 09:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi vikuskifti, 6.-8. desember, skipar Loca í Sverrisgøtu 15 í Havn fyri eini meksikanskari matuppliving í heimsflokki.

Loca hevur nú fyriskipað tvey sokallað taco-kvøld, og tey hava báðar ferðir verið skjótt útseld, so hesa ferð er ynskið at gera tað møguligt hjá fleiri fólkum at royna teirra meksikanska mat. Tí verður opið eitt heilt vikuskifti, har tað er møguligt at koma at eta í matstovuni, men eisini at taka mat útvið.

- Hesa ferð hava vit sum nakað heilt serligt fingið gourmet-gestakokkin Brent Morrow at koma at ganda í køkinum saman við okkum, sigur Sigfríður á Plógv Hansen.

Brent var stovnari av gourmet-matstovuni Frumbiti, og hann hevur arbeitt á topp 50-matstovum runt í heiminum. Nú sigur Brent sjálvur, at hann vil royna okkurt eitt sindur stuttligari og ikki eins seriøst og ein Michelin-matstova, men har góðskan enn verður í topp.

- Vit vóna, at hetta tilboðið fær so góða undirtøku, at hetta kemur at verða eitt afturvendandi tiltak hvørja viku, og at tað gerst eitt íkast til matstovuvinnuna í Føroyum, sum seinastu árini er blivin meira fjølbroytt og professionell, sigur Sigfríður á Plógv Hansen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder