Uttanlands

Walt Disney: Bob Iger farin frá sum forstjóri

Bob Iger er farin frá eftir 15 ár í forstjórasessinum – nýggi forstjórin er Bob Chapek, fyrrverandi nevndarformaður fyri Disney Parks

Bob Iger, nú fyrrverandi forstjóri hjá Walt Disney-samtakinum, saman við maskottinum, Mickey Mouse (Mynd: EPA)

Bob Iger, nú fyrrverandi forstjóri hjá Walt Disney-samtakinum, saman við maskottinum, Mickey Mouse (Mynd: EPA)

2020-02-26 20:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár fekk Walt Disney- samtakið nýggjan forstjóra, eftir at Bob Iger, sum hevði verið í forstjórasessinum síðan 2005, valdi at gevast.

Hesum boðaði Disney frá í gjár, sambært Ritzau.

Bob Iger fer, inntil sáttmáli hansara gongur út 31. desember í 2021, at virka sum nevndarformaður, og fer hann at savna seg um at menna tann kreative partin av virkseminum hjá Disney, sigur hann.

Eftirmaðurin hjá Bob Iger, Bob Chapek, tók við sum forstjóri í gjár. Hann hevur seinastu tíðina verið nevndarformaður fyi Disney Parks.

Bob Iger hevur arbeitt hjá Walt Disney-samtakinum í 45 ár og var forstjóri í 15 ár. Nýggi forstjórin, Bob Chapek verður sjeyndi forstjórin í næstan 100 ára langu søguni hjá Walt Disney-samtakinum.

– Eg eri sera errin og eyðmjúkur um at gerast forstjóri í, eftir mínum tykki, besta samtakium í heiminum. Bob Iger hevur gjørt Disney til ta mest hámettu og væleydnaða miðla- og undirhalsfyritøkuna, sigur nýggi forstjórin sambært CNN.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder