Nú er greitt, at Johnny Depp ikki verður at síggja aftur sum óndi gandakallurin Grindelwald í "Fantastic Beasts-" røðini.
Orsøkin er, at filmfelagið Warner Bros., sum stendur aftanfyri filmsrøðini, hevur biðið hann farið frá. Hesum boðar 57 ára gamli Johnny Depp sjálvur frá á Instagram.
– Eg ynski at boða tykkum frá, at Warner Bros. hevur biðið meg um at fara frá leikluti mínum sum Grindelwald í Fantastic Beasts, og eg virði og góðtaki hesa umbønina, skrivar hann.
Vis dette opslag på Instagram
Hesi tíðindini koma í kjalarvørrinum á einum rættarmáli móti bretska miðlinum The Sun, sum Johnny Depp nú hevur tapt.
Málið snýr seg heilt ítøkiliga um eina grein, sum The Sun almannakunngjørdi í 2018, har Johnny Depp varð lagdur undir at hava framt harðskap móti fyrrverandi konu hansara, 34 ára gomlu Amber Heard. Hetta fekk Johnny Depp at stevna miðilin fyri ærumeiðing.
Johnny Depp sum gandakallurin Grindelwald í "Fantastic Beasts: The Crimes of Grindelwald" frá 2018 (Mynd: Warner Bros.)
Fólk hava áður víst sína ónøgd við filmsframleiðararnar fyri at loyva Johnny Depp at gerast partur av røðini júst orsakað av ákærunum hjá Amber Heard, og varð í hesum sambandi tosað um at boykotta filmin.
Í fráboðanina á Instagram nevnir Johnny Depp, at hann ætlar sær at kæra avgerðina hjá rættinum.
– Eg ætli mær at prógva, at ákærurnar móti mær eru ósannar. Mítt lív og mín yrkisleið skal ikki definerast útfrá hesum, sigur hann.
Tað er orsakað av rættarmálinum, at Warner Bros. nú skal finna ein nýggjan leikara at taka yvir sum Grindelwald.
Johnny Depp, sum eisini er kendur fyri filmar sum "Edward Scissorhands" og "Pirates of the Caribbean", hevur annars havt hendan leiklutin í báðum filmunum, sum higartil eru komnir út í "Fantastic Beasts" røðini, sum eftir ætlan skal innihalda fimm filmar. Upprunaliga var ætlanin, at hann eisini skuldi vera við í triðja filminum, sum sambært Warner Bros. verður frumsýndur í 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald